140x140

PCB

PCB (Polyklorerað bifenyl) er ein bólkur av mannaskaptum klorsambindingum   

 

Hví er tað vandamikið?

PCB er eitrandi og seint niðurbrótiligt. Tað hópast upp í náttúruni.

 

PCB kann millum annað viðføra húð- og livraskaðar, og minka um mótstøðuførið ímóti sjúkum og hava árin á hormonskipanina. Kanningar hava eisini víst, at PCB kann ávirka evnini at læra og menningina hjá fólki.

 

PCB kann hava varandi eiturávirkan á djór, sum liva á landi og í vatni.

 

 

Hvar finna vit vanliga PCB?  

PCB hevur verið nógv nýtt sum bjálvingarevni í ravmagnstólum, til dømis í transformatorum og ljóskeldum, men hevur eisini verið nýtt í byggitilfari sum fuguevni - t.d. til vindeygu og í termorútum, framleiddir inntil einaferð seint í 70-árunum.

 

PCB verður ikki brúkt longur, men kann enn verða leitt út í umhvørvið frá eldri bygningum og, serliga í sambandi við burtubeining, fra brúkslutum, sum innihalda PCB.

 

PCB verður niðurbrotið sera seint, og hóast evnið ikki verður brúkt longur, er tað ein munandi dálkingartrupulleiki, til dømis í feitum fiski, í grindahvali og øðrum havsúgdjórum og í sjófugli.

 


Les meira:

 

Føroysk kanningarúrslit:

 

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

PCB